Fish Expo verður í Gundadali

Í mai verður Fish Expo Faroes framsýningin aftur í Havn. Seinast varð hon hildin á Sandvíkarhjalla, men í 2009 verður alt tiltakið í Gundadali. Bæði fyrireikararnir og kommunan vænta at njóta gott av hesi umlegging

Stevnan Fish Expo Faroes verður altíð dúliga vitjað. Millum tey vitjandi teljast flest føroyingar, men undirtøkan millum útlendingar stendur í vøkstri. Í ár vera vónandi um 300 ymiskir framsýnarar, ið umboða fleiri ymisk lond. Øll fiskivinna verður umboðað, har


Í ár verður framsýningin hildin í Gundadali í Havn, har stór tjøld verða reist á øðrum av fótbóltsvøllunum. Tað heldur Petur Mohr Reinert vera innlýsandi, sum á tíðindafundi í Miðlahúsinum fyrrapartin greiddi frá, at hon skuldi vera í Havn. Talið av bústaðarplássum er størst í Havnini og somuleiðis eru sera góðir møguleikar rundan um økið. Um stevnan fevnir um meira enn bara framsýning, er møguligt at nýta millum annað Norðurlandahúsið til fyrilestrar. Møguligt verður hjá virkjum, sum hava stórar vørur, at nýta plássið uttandura. Men sjógvurin verður eisini nýttur til ymiskar framsýnarar og framvísingar.


Í sambandi við at kommunan fyllir 100 ár, verður eisini skipað fyri ymiskum øðrum, ið framsýningarluttakararnir kunnu njóta. Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, at hetta tiltakið kann blása lív í býin hesar dagarnar.


Fleiri útlendingar

Talið av vitjandi útlendingum hevur undanfarin ár ligið um 12,5%, men fyrireikararnir ynskja at hækka tað. Góðir bústaðarmøguleikar eru í Havnini, í samstarvi við Greengate Incoming eru hotellini í býnum til reiðar at taka ímóti nógvum gestum hetta tíðarskeið.


Fish Expo Faroes hevur eisini staðið fyri at marknaðarføra seg uttanlanda, teir hava verið á stevnum uttanlanda, har teir við básum hava gjørt vart við hetta tiltak, ið verður. Eisini á alnótini ber til at finna meira kunning og at bíleggja básar. Heimasíðurnar www.fishexpofaroes.fo og www.fex.fo vórðu lagdar út í morgun.