Týska valið
Árni Joensen:
Gerhard Schrøder heldur fram sum týskur kanslari, men hann kann takka Teimum Grønu fyri afturvalið.
Undan valinum vóru tað mong, sum høvdu hug at sera Tey Grønu uttan fyri framtíðina í týskum politikki, og veljarakanningar bendu eisini á, at flokkurin fór at liggja um minstamarkið, sum er fimm prosent av atkvøðunum. Tí kom tað óvart á fleiri, tá flokkurin fekk 8,6 prosent sunnudagin. Men eygleiðararnir eru samstundis á einum máli um, at formaðurin, Joschka Fischer, eigur ein stóran part av æruni av sigrinum, tí hann hevur enn einaferð prógvað, at hann er ein tann best umtókti politikarin í Týsklandi.
Uttan framgongdina hjá Teimum Grønu hevði Gerhard Schrøder fallið sunnudagin, og so hevði týski kanslarin itið Edmund Stoiber.
306 av 603
Sum væntað fingu sosialdemokratarnir afturgongd. Afturgongdin var 2,4 prosentstig, og flokkurin endaði á 38,5 prosentum. Tann konservativa samgongan CSU og CDU fekk eisini 38,5 prosent. Tey Grønu fingu 8,6 prosent, meðan Fríu Demokratarnir FDP fingu 7,4 prosent. Serliga úrslitið hjá FDP var vánaligt. Flokkurin hevði sett sær sum mál at fáa 18 prosent av atkvøðunum, men fekk minni enn helvtina.
Í tinginum í Berlin gevur úrslitið sosialdemokratunum 251 umboð og Teimum Grønu 55. Teir báðir flokkarnir hava sostatt 306 av teimum 603 tingumboðunum og harvið tann neyðuga meirilutan.
Teir konservativu fingu 248 tingsessir og FDP 47 ella tilsamans 295. Teir báðir seinastu sessirnir fóru til fyrrverandi kommunistarnar PDS. Flokkurin rakk ikki upp um minstamarkið og misti allar sínar 36 tingmenn, men fekk tveir beinleiðis valdar tingmenn.
Stjórnin viknað
Edmund Stoiber viðgekk gjáranáttina ósigurin, hóast hann kundi fegnast um framgongdina hjá teimum konservativu. Hann væntaði kortini ikki, og tann komandi stjórnin fer at halda leingi og neyvan árið út.
Politiskir eygleiðarar í Berlin siga, at hóast Gerhard Schrøder heldur fram í kanslarastólinum, er tann reyð-grøna stjórnin ikki so sterk, sum hon var undan valinum.
Tað er heldur ikki greitt, at Tey Grønu fara at krevja størri ávirkan á politikkin og fleiri ráðharrasessir, nú flokkurin bjargaði kanslaranum og samgonguni.