Á norðoyastevnu sást, at tey í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag framvegis eiga góða gentumanning.
Firvaldur vann tá barnakappingina stívliga fýra sekund frammanfyri Frúnna.
Í dag er sundalagsstevna í Kollafirði, og aftur í dag varð staðfest, at tey á Tvøroyri eiga bestu gentumanningina í barnaróðrinum
Í Klaksvík luttóku sjey bátar í hesi kappingini. Í dag luttóku átta bátar.
Firvaldur var næstan átta sekund frammanfyri fyrsta avbjóðaran.
Í dag var tað Ørnin, sum fyri einari viku síðani endaði á fimta plássi. Tá vóru tað átta sekund frá Firvaldi og aftur til Ørnina, og soleiðis var tað aftur ídag.
1 Firvaldur 02.51.09
2 Ørnin 02.59.06
3 Frúgvin 03.01.05
4 Ingibjørg 03.05.31
5 Knúkur 03.06.28
6 Hulda 03.09.10
7 Tambar 03.13.40
8 Havørnin 03.13.42