Firvaldur í stórum stíli

Genturnar av Tvøroyri vunnu so sera sannførandi sigur í Hósvík í kvøld

Tað tók 23 minuttir í dýrdarveðrinum, inntil fyrsta startskotið ljóðaði.

Men tá tað loksins eydnaðist at fara undir róðurin - tann fyrsti var millum 5-mannafør við gentum - so fleyg Firvaldur avstað og legði seg beinanvegin ein skut framum hinar og meiri enn so.

Falkurin hekk fyrstu løtuna væl uppi í Firvaldi, men tað var skjótt, at tað vísti seg, at einki hefti fyri Firvaldi.

Í heimasjógvi leygardagin bjóðaði Drekin av álvara Firvaldi av. Í kvøld var als eingin ivi. Firvaldur var leysur av Falki og Drekanum, tá ið málið var hálvrógvið. Tá hilnaðist tað ikki hjá Falkinum, og Drekin var heilt greitt næstfremstur.

 

Eingin megnaði at gera nakað við Firvald, sum vann nógv tann mest sannførandi sigurin í ár. Tað vóru tvær bátslongd

 

1 Firvaldur 05.26.45

2 Drekin 05.30.47

3 Falkur 05.37.12

4 Pílur 05.37.44

5 Hulda 05.38.49

6 Beinta 05.40.36

7 Royndin Fríða 05.44.04

8 Blikur 05.44.22

9 Kollur 05.44.38

10 Báran 05.45.30

11 Fenja 05.49.37

 

FM støðan

1 Firvaldur 21

2 Drekin 18

3 Pílur 10