Firvaldur smekkaði til

Hóast starturin ikki var nakað serligur, so vann Firvaldur av Tvøroyri FM og ólavsøkuróðurin í stórum stíli

Drekin kløkkaði av álvara Firvald og øll onnur, tá ið genturnar í Havnar Róðrarfelag vunnu á vestanstevnu.

Firvaldur hevði vunnið hinar fimm róðrarnar. Tí var spenningur í dag, um tað fór at eydnast havnargentum enn einaferð at fáa bilbukt við teimum í Froðbinar Sóknar Róðrarfelag.

Soleiðis var tað ikki. Firvaldur vann sannførandi, men eftir startspurtin var tað einki, sum bendi á tað.

 

Drekin leyp avstað, meðan starturin hjá Firvaldi var lítið sannførandi. Eftir startspurtin komu tær á Firvaldi av álvara á lagi. Í hvørjum taki tóku tær seg fram, og longu áðrenn bátarnir vóru komnir inn á Molan, hevði Firvaldur stungið seg framum Drekan.

Framvið Molanum øktist munurin til tað mesta av hálvariaðrari bátslongd. Í síðstu tøkunum tódnaði munurin aftur til Drekan nakað, men tað var eingin ivi um, at Firvaldur vann kappingina millum 5-mannafør við gentum á ólavsøku og staðfesti FM heitið, sum triðja árið á rað á rað endar á Tvøroyri.

 

1.Firvladur 5.24.15

2.Drekin 5.26.13

3.Báran 5.31.29

4.Falkur

5.Hulda

6.Pílur

7.Beinta

8.Royndin Fríða

9.Fenja

10.Blikur

11.Kollur

 

FM úrslitið

1. Firvaldur (FM) 48

2. Drekin 43

3. Pílur 24

4. Falkur

5. Hulda 16

6. Beinta 14

7. Báran 14

8. Blikur 7

9. Kollur 5

10.Royndir Fríða 4