Firvaldur FM vinnari

FM heitið í kappingini millum 5-mannafør við gentum fór til Suðuroyar og Tvøroyri.

Jallurin og Firvaldur kappaðust um FM heitið, og í startspurtinum legði Jallurin ógvuliga bragdliga fyri. Sílið og Firvaldurin royndu ávikavíst at svimja og flúgva aftaná, og tað hilnaðist væl hjá báðum.

Tá ið bátarnir komu á Molan, var Jallurin skutin frammanfyri næstu kappingarneytarnar, men so broyttist nógv.

Firvaldur legði seg eina bátslongd framum Jallin. Sílið royndi at fylgja við Firvaldi, og tað eydnaðist Sílinum at taka Jallin. Men Firvald megnaðu tær í Havnar Róðrarfelag ikki at gera nakað við, og harvið vann Firvaldur, sum fer at hava FM heitið við sær um Suðuroyarfjørð.

Tillukku við FM heitinum, sum er tað fyrsta, ið er vunnið til Tvøroyrar síðani 1989!

 

5 mannafør gentur

1 Firvaldur 04:49.06

2 Sílið 04:49.20

3 Jallurin 04:51.15

4 Hvassi 04:54.07

5 Havfrúgvin 04:54.18

6 Falkur 05:01.22

7 Blikur 05:08.17

8 Junkarin 05:55.24

 

Endastøðan

1 Firvaldur 44

2 Jallurin 43

3 Sílið 33

4 Hvassi 24

5 Havfrúgvin 21

6 Falkur 14

7 Báran 7

8 Junkarin 4

9 Kollur 3

10 Katla 1

11 Blikur 1