Fyri einari viku síðani sótu tær umborð á Firvaldi ógvuliga vónbrotnar, tá ið róðurin millum 5-mannafør við gentum var av. Í heimasjógvi á Trongisvágsfirði vórðu tær snýttar av Báruni, sum ikki hevði luttikið í ár, og sum vann á Jóansøku.
Í dag luttók Báran ikki, og í dag var eingin ivi. Firvaldur og Jallurin løgdu seg beinanvegin fremst, og Sílið royndi at hanga uppií.
Skjótt hevði Firvaldur vunnið seg eina hálva bátslongd framum Jallin, og Jallurin megnaði ongantíð rættuliga at svara aftur. Firvaldur var fyrstur á mál, og nú er sera tøtt kapping um FM. Firvaldur og Jallurin hava báðir 31 stig!
Úrslit
1 Firvaldur 05:27.16
2 Jallurin 05:29.05
3 Sílið 05:32.16
4 Hvassi 05:36.18
5 Havfrúgvin 05:37.16
6 Junkarin 05:41.18
7 Falkur 05:45.15
Støðan
1 Firvaldur 31
2 Jallurin 31
3 Sílið 22
4 Hvassi 17
5 Havfrúgvin 14
6 Falkur 10
7 Báran 7
8 Junkarin 3
9 Kollur 3
10 Katla 1