Firvaldur er á tryggari FM kós

Genturnar av Tvøroyri vunnu aftur í dag og eru harvið klárt á odda í FM kappingini

Úrslitið var, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, og gongdin var, sum hon hevur verið allar ferðirnar, burtursæð frá á jóansøku, tá ið tað var heilt spennandi.

 

Tá ið 5-mannaførini við gentum róðu fram ímóti málinum, var Firvaldur av Tvøroyri mest sum einsamallur. Tað vóru tvær bátslongdir aftur til Drekan og meiri aftur til Falkin og Huldu, sum vóru í sera tættari kapping um bronsuplássið.

 

Í startinum gekk javnt á, og tá bendi einki á, at talan skuldi verða um so sannførandi sigur til Firvald. Drekin hevði eina lítla løtu drekastevnið frammanfyri Firvald, men so spentu tær av Tvøroyri av álvara í, og síðani var einki at rafla um.

 

Firvaldur hevur fulla úrtøku eftir fýra av sjey kappingum, og harvið er Firvaldur stórfavorittur at endurvinna FM heitið.

 

5-mannafør – gentur

1 Firvaldur 05.20.02

2 Drekin 05.23.46

3 Falkur 05.30.13

4 Hulda 05.30.15

5 Beinta 05.32.23 

6 Pílur  05.33.03

7 Báran 05.34.26  

8 Blikur 05.37.15  

9 Royndin Fríða 05.38.09

10 Kollur 05.39.43

11 Fenja 05.40.24

 

FM støðan

1 Firvaldur 28

2 Drekin 24

3 Falkur 13

4 Pílur 12

5 Hulda 11

6 Beinta 10