Firvaldur er føroyameistari

5-mannafør kvinnur: Kvinnurnar av Tvøroyri vunnu spennandi FM kappingina við Erlu Kongsdóttir

Tað var finala um FM, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust í framúr róðrarlíkindum á Havnarvág.

 

Finalan var millum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði og Firvald av Tvøroyri.

 

Tann av hesum báðum, sum var fremri á ólavsøku varð FM vinnari.

 

Í øðrum kappingum fyrr í dag hevur annar vinnari verið enn FM vinnari.

 

Soleiðis var tað ikki í dag. FM kandidatarnir Firvaldur og Erla Kongsdóttir vóru klárt fremstir framvið Molanum. Eina løtu var Firvaldur greitt á odda. Men so var tað sum um, at tær á Erlu Kongsdóttir fingu eyka orku. Í endaspurtinum tók Erla seg støðugt fram á Firvald, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar heilt lítil.

 

Men tað var eingin ivi um, at Firvaldur var fyrstur um málið, og at tað harvið eru kvinnurnar av Tvøroyri, sum nú eru meistarar. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði hevur verið meistari trý tey seinastu árini.

 

1Firvaldur04:50.00700
2Erla Kongsdóttir04:50.26600
3Tambar04:57.48500
4Blikur04:58.11400
5Tjaldrið04:58.28300
6Tekla04:58.44200
7Spógvin05:07.02100
8Báran05:07.13000
9Malunarhav05:07.40000
10Tarvurin05:10.40000
11Ritan05:13.18000
12Junkarin05:16.13000
13Falkur05:19.29000

 

 

 

FM

 

1 Firvaldur      39

 

2 Erka Kongsdóttir      38

 

3 Blikur           25

 

4 Tjaldrið        23