Firvaldur bestur í heimasjógvi

Men tað leyp ikki so nógv av aftur til Drekan

Tað var sera spennandi og dramatiskt, tá ið 5-mannaførini við gentum róðu á jóansøku.

Firvaldur fleyg beinanvegin tað mesta av einari hálvari bátslongd framum hinar bátarnar. Eina løtu sá tað út til, at talan fór at verða um sera sannførandi heimasigur, men so broyttist myndin.

 

Meðan allir hinir bátarnir dragnaðu sammett við Firvald, so bjóðaði Drekin av. Eina løtu var munurin tað mesta av einari bátslongd, men í endaspurtinum tók tað at styttast. Tøkini hjá Drekanum munaðu øgiligt í endaspurtinum. Tað tódnaði til eina hálva bátslongd, so minkaði munurin til ein skut, og tá ið teir fóru um málið, var Firvaldur bara rongina undan bátinum hjá Havnar Róðrarfelag.

 

1 Firvaldur 05.17.04

2 Drekin 05.17.28

3 Beinta 05.27.01

4 Pílur 05.28.10

5 Hulda 05.28.34

6 Blikur 05.31.32

7 Kollur 05.34.34

8 Royndin Fríða 05.34.35 

9 Báran 05.35.25

10 Fenja 05.36.13

 

FM

1 Firvaldur 14

2 Drekin 12