Hóast summarið nærkast og fólk flest gleðast um ljósu tíðina, so eru ikki øll líka glað, vit fara her á planet.fo at hyggja eftir nøkrum firtnum rokkabbum. Vit leggja fyri við Mike Oldfield. Bretski Mike Oldfield er súrur inn á sítt plátufelag, tí tað tað hevur gjørt avtalu við enska blaðið Mail On Sunday, um at blaðið kann geva burtur eintøk av hansara meistarverkið ?Tubular Bells? ? ókeypis. Plátan var upprunaliga útgivin í 1973 og er millum køn mett sum ein slóðbrótandi konsept pláta.
Hóast Oldfield er súrur, og sigur við BBC, at hann kennir tað sum um hann hevur lánt onkrum okkurt, sum nú er komið smildrað retur, so heldur blaðstjórin á Mail On Sunday Peter Wright, at Oldfield átti at verið glaður. Sølan av ?Tubular Bells? er nú 900 eintøk um vikuna ? eftir at hava ligið niðri á 600 eintøkum ? áðrenn Mail On Sunday fór at geva ókeypis eintøk út til lesararnar.










