Summarið nærkast og fólk flest gleðast um ljósu tíðina. Øll eru tó ikki líka glað. Planet.fo fer vit at hyggja eftir nøkrum firtnum rokkabbum. Triðji firtni abbin er Dave Mustaine. Dave Mustaine er leiðarin í amerikanska rokkbólkinum Megadeth, sum í samrøðu við Metal Edge finst harðliga at Sameintu Tjóðum. Mustaine sigur frá um ein russiskan diplomat, ið koyrdi fullur og rendi á ein persón í ferðsluni, sum doyði av løstunum. Við sínum immuniteti slapp diplomaturin undan at vera rættarfylgdur ? hvørki fyri at hava rent á og dripið eitt annað menniskja ella fyri at hava koyrt fullur.
- Hendan søgan fekk meg at hyggja nærri at, hvørjum tær Sameintu Tjóðirnar standa fyri og við at hyggja nærri at eitt nú olju-fyri-mat-tiltakinum fann eg út av, at ein aðalskrivari er fyrrverandi nazistur og ein annar var fyrrverandi njósnari!









