Firtnir gamlir menn: Bob Geldof

Summarið nærkast og fólk flest gleðast um ljósu tíðina. Øll eru tó ikki líka glað. Planet.fo hyggur at nøkrum firtnum rokkabbum. Ein av hesum er Bob Geldof Sir Bob Geldof er hálvfirtin, Hann finst at teimum 8 konsertunum, sum vera hildnar undir heitinum ?Live Earth? við Al Gore sum hugsjónarligum stavnamanni. Tað verður spekulerað í, at Geldof, sum sjálvur hevur staðið fyri Live Aid og Live 8, ikki er so glaður fyri heitið Live Earth, tí hetta fær fólk at halda, at hann stendur fyri Live Earth eisini. Geldof spyr, hví Gore skipar fyri hesum konsertum, tá ?vit øll eru fucking varug við globalu upphitingina?. Írski sangskrivarin og politiski aktivisturin sóknast eftir ítøkiligum tiltøkum fyri at koma hesum trupulleika til lívs ? og tað heldur hann ikki at hesar konsertirnar bera brá av.