First Lego League aftur av bakkastokki

Kappingin 2007 er um orku, og verður hon nenvd ?The Energy Puzzle? ? Orkugátan

Nú er seinasti møguleiki at melda seg til First Lego League kappingina 2007. Ert tú í iva, hvat First Lego League, so ber til at fara inn á heimasíðuna www.hjernekraft.org . Kappingin 2007 er um orku og verður hon nevnd ?The Energy Puzzle?, Orkugátan. Kappingin fevnir um nógv lond kring allan knøttin, og fleiri túsund ung og børn eru í hesum døgum upptikin av at finna møguleikar fyri varandi orkukeldum, sum kunnu vera við til at vísa á burðardyggar og umhvørvisvinarligar loysnir.

Tey, sum kundu hugsað sær at verið við, kunnu finna, tó í mesta lagi 12, sum eru millum 10 og 16 ár ? við einum liðleiðara, sum er ábyrgdarfólk og er yvir 18 ár.

- Vit hava fleiri lið, sum eru frá skúlum kring landið, men ikki er neyðugt at hoyra til ein skúla, bara savna eitt lið og ein liðleiðara ? far síðan í gongd. Men tað má gerast skjótt, tí freistin fyri at vera við er 1.september, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Tað kostar 2500 kr at tekna seg, tað er fyri máttu, byggitilfar, blusur og annað, sum skal brúkast til kappingina. Umframt hetta skal brúkast ein robottur, borð og telda.

Sum nevnt, so er evnið í ár ?The Energy Puzzle?, endaliga orðingin av uppgávuni og skipanin av robottborðinum, verður kunngjørt 15. sept. á Føroya Tele, har liðini eisini fáa máttur, blusur og byggitilfar. Síðan er av álvara at fara í gongd.

Freistin at melda til er 1.sept. ? sigast kann frá teldupostadr. harrieth@skulin.fo

Meira fæst at vita á Lego League heimasíðuni<a> og á <a href=http://www.nvd.fo og á<a>