FIRST LEGO League

FIRST LEGO League er ein kapping, ið hevur sínar røtur í USA, har fyrsta kappingin eisini varð hildin. Hetta var í 1999. Í 2000 var fyrsta kappingin hildin í Norðurlondum. Tá luttóku 13 lið, og síðani tá er kappingin bara vaksin, og í ár eru yvir 14.000 børn við úr Norðurlondum.

Í nøkur hevur kappingin verið í Føroyum, og eitt lið á Skála megnaði einaferð at gerast næstbesta liðið í danska kongaríkinum, har tey eisini avgjørdu at fara í eina kapping í USA.

Kappingin er ætlað, sum ein partur av menningini hjá børnum í mun til tøkni. Eisini skal kappingin stimbra støddfrøðiliga og nátturuvísindaliga áhugan hjá børnum.

Nógvur stuðul verður latin frá fyritøkum, tí mett verður at tað fara at vanta fólk við tøkniniligari vitan, og hetta gevur sambært børnum eina øðrvísi skúlauppgávu, sum hugtekur børnini nógv.