Setrið boðar í dag frá, at Firouz Gaini er settur í starv sum nýggjur útbúgvingarleiðari á bachelorútbúgvingini í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
- Firouz er professari í antropologi og hevur undirvíst á Námsvísindadeildini (2007-2012) og Søgu- og Samfelagsdeildini (2015-) í mong ár. Eisini hevur hann undirvíst á altjóða ‘Childhood Studies’ masterútbúgvingini á NTNU í Tróndheim (2013-2015), skrivar Setrið.
Kortini er tað fyri hansara gransking innan ungdómsmentan, at flesti føroyingar munnu kennast við navnið.
Í nýggja starvinum kemur hann at hava ábyrgd fyri undirvísing, ið umfatar millum annað antropologi, sosiologi/sosialvísindi, barna- og ungdómsgransking, smá oyggjasamfeløg, vísindaástøði og kvalitativ háttaløg.
Firouz Gaini tók við nýggja starvinum á Setrinum fyrst í síðsta mánaði.

Firouz nýggjur útbúgvingarleiðari

