Firmakapping í flogbólti verður leygardagin

Árliga firmakappingin í flogbólti verður aftur hildin í Gundadalshøllini í ár.

 

Luttøkugjald fyri hvørt liðið er kr. 900,00, sum verður goldið á konto í Føroya Banka nr. 6460-179.646.3

 

Reglarnar fyri kappingina eru hesar: 6 spælarar skulu vera á vøllinum, og av teimum skulu minst 2 vera kvinnur.

Tað er bert loyvt at hava ein meistaradeildar-leikara á hvørjum liði, sum hevur tikið lut seinasta kappingarárið.

Loyvt er at hava ?flúgvandi? útskiftingar. T.v.s. hvørja ferð tað verður roterað, kann ein útskiftingarspælari koma inn á liðið. Tað er einans loyv at gera undirhondserv.

 

Annars eru vanligar flogbóltsreglur galdandi í firmakappingini.