Firmakapping í flogbólti leygardagin

Leygardagin skipar flogbóltsfelagið Fleyr úr Havn fyri firmakapping, har fyritøkur úr øllum landinum hava møguleikan at kappast ímóti hvørjum øðrum.

 

Seks spælarar skulu vera á vøllinum í senn og av teimum skulu vera minst tvær kvinnur. Tað er einans loyvt at hava ein meistaradeildarleikara á liðnum, sum hevur luttikið seinasta kappingarár. Spælt verður við flúgvandi útskiftingum, og tað er einans loyvt at gera undirhondsservu - annars eru vanligar flogbóltsreglur galdandi.

 

Longu nú eru fleiri lið tilmeldað, men Fleyr boðar frá, at tað framvegis er pláss fyri nøkrum liðum afturat. Kappingin verður spæld í Hoyvíkshøllini og í Gundadalshøllini.

 

Meiri kann lesast um kappingina á heimasíðuni hjá Fleyr, www.fleyr.fo.