Jákup Mørk
Sum vanligt hevur verið seinnu árini, hava eisini í vetur verið hópin av innandura fótbóltskappingum hildnar kring landið, og í hesum hava fótbóltsleikarar úr ymsu feløgunum havt møguleika at halda formin við líka.
Summar kappingar eru tó ikki ætlaðar teimum, sum vanliga spæla fótbólt á høgum støði, men hinvegin leikarum, sum kanska bert hugna sær av og á við hesum ítrivi.
Annað vikuskiftið skipar eldrafelagið, Fjallið, í Leirvík fyri eini sonevndari firmakapping inni á Kambsdali, har hesir »hugnaleikarar« hava møguleika at royna seg.Reglurnar fyri kappingina eru soleiðis, at fimm leikarar kunnu vera á hvørjum liðið, umframt ein skiftisleikara, og verða hondbóltsmál nýtt. Harumframt verður sett sum treyt, at hvørt liðið í mesta lagi kann hava ein leikara, sum hevur leikt við onkrum liði í trimum teimum bestu fótbóltsdeildunum undanfarna kappingarár.
Kostnaður fyri luttøkuna er 400 kr., og fer tilmelding fram 26. og 29. mars millum klokkan 20.00 og 22.00 á tlf. 443023










