Tær tríggjar genturnar í bólkinum Fireflies vórðu í kvøld sendar heim úr X-Factor kappingini hjá Danmarks Radio. Tann fyrsti av teimum fýra, sum slapp beinleiðis víðari, var Thomas. Síðani var tað Tina, meðan valið millum tann, sum ikki skuldi víðari og tann síðsta luttakaran stóð millum Jesper og Fireflies.
Úrslitið varð, at tær tríggjar genturnar í Fireflies vórðu senda heim.
Finalan verður næsta leygarkvøld í Parkini í Keypmannahavn - og stendur valið tá ímillum Thomas, Tine og Jesper um at gerast ársins X-Factor.










