Fipurkaðalin er umvældur

Fiburkaðalin hjá Føroya Tele, sum liggur úr Miðvági til Hvalbiar, er nú afturgjørdur.

Fiburkaðalin hjá Føroya Tele, sum liggur úr Miðvági til Hvalbiar, er nú afturgjørdur.

 

- Kaðalin var farin í tveimum støðum - í Suðuroyarfirði og á Hvalbiarfirði. Skoytið í Suðuroyarfirði varð umvælt í oktober, og skoytið í Hvalbiarfirði varð umvælt í gjár.

 

Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at menn frá FT-Net skoyttu sjálvir fiburkaðalin, og til hetta arbeiði varð Brimil brúktur.

 

- Hetta vísti seg at rigga sera væl. Tá slík arbeiði eru gjørd áður, hevur FT-Net altíð leigað skip og fólk úr útlandinum.

 

Sagt verður, at tað er umfatandi arbeiði at skoyta ein slíkan fiburkaðal, tí hvørt skoyti tekur umleið tólv tímar at gera.