Fipurkaðal lagdur um Skopunarfjørð

Ein nýggjur fipurkaðal til breiðband er lagdur um Skopunarfjørð

Føroya Tele hevur nú lagt ein nýggjan fipurkaðal til breiðband um Skopunarfjørð. Hetta varð gjørt hósdagin í samstarvi við Brimil og Fiskiveiðueftirlitið.

 

Í góðveðrinum hósdagin eydnaðist Føroya Tele og Brimli hjá Fiskiveiðueftirlitinum at leggja nýggjan sjókaðal millum Skopun og Gomlurætt.

 

Sambandið til Sandoy og Suðuroy hevur verið óstøðugt, síðan tann seinni sjókaðalin, sum knýtir hesar oyggjar til høvuðsnetið, slitnaði í fjør summar. Eitt ár frammanundan fór hin kaðalin, sum gongur úr Vágum til Suðuroyar, og tí hevur alt samband til suðurøkið koyrt umvegis radiosamband í eitt gott ár.

 

Til tíðir hevur sambandið ikki verið nøktandi í mun til ta nýtslu, sum hevur verið, og tí hevur alla tíðina verið ætlanin hjá Føroya Tele at leggja kaðalarnar av nýggjum. Við tað at Føroyar liggja fjarskotnar í Norðuratlantshavi hevur verið arbeitt við at gera eina tilbúgving, so vit sjálv eru før fyri at umvæla slíkar skaðar, um teir skulu henda aftur.

 

Nú er útgerð riggað til umborð á Brimli, soleiðis at hesi samband kunnu umvælast. Eitt kaðalspæl og onnur serútgerð er framleidd á skipasmiðjuni MEST, og fólk hava fingið útbúgving til uppgávurnar. Hendan felags tilbúgving ger, at Brimil fær gjørt umvælingar, tá ið umstøðurnar annars eru nøktandi.

 

Hósdagin vóru bæði streymviðurskifti og veður til vildar. Brimil og fólk frá Føroya Tele fóru undir uppgávuna umleið kl. 10 fyrrapartin, og seint seinnapartin varð kaðalin knýttur av nýggjum millum Skopun og Gomlurætt. Nakrir dagar ganga nú, til kaðalin er knýttur í høvuðsnetið, so einaferð í næstu viku hava sandoyingar og suðuroyingar aftur fast sjókaðalsamband til breiðbandið.

 

So skjótt góð líkindi verða aftur, er ætlanin at umvæla sambandið millum Miðvág og Hvalba, har brek hevur verið á kaðalinum uttan fyri Mjóvanes. Hetta sambandið verður gjørt fyri at fáa “redundans” í skipanina; tað vil siga, at sjókaðalin er gjørdur sum ein ringur, ið tryggjar sambandið, um annar av kaðalunum skuldi fingið brek.

 

Við samstarvinum millum Brimil og Føroya Tele er ein tilbúgving fingin til vega, sum kann loysa allar okkara uppgávur við sjókaðalum innanoyggja komandi árini.