Teir hava verið sannførandi vinnarar á bæði norðoyastevnu og sundalagsstevnu. Fjarstøðan aftur til næstfremsta bátin var tó ikki so stór í Hósvík, sum hon var í Klaksvík. Tí spøkti kanska møguleikin, at Sílið, sum var næstfremst bæði í Klaksvík og Hósvík, fór at bjóða klaksvíksdreingjum umborð á Fípuni Føgru av í dag.
Men soleiðis var tað ikki. Tað gekk væl at avgreiða startin, men so varð róðurin skotin av. Orsøkin vísti seg at vera, at Sílið hevði róð so skeivt, at dómarin gav reyða kortið. Tí var Sílið ikki við, tá ið tað aðru ferð varð farið undir róðurin. Og tað bar aftur við sær, at eingin spenningur var um fremsta plássið. Fípan Fagra róði meistarliga væl, og tað vóru nógvar bátslongdir aftur til næsta bátin, sum var Drekin hjá Havnar Róðrarfelag.
Kappingin um triðja plássið vann Kollur.
##med2##
##med3##