Fípan trumfaði fyri aðru ferð í dag

Kappróður 5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað ikki Drekanum at vinna

Talan var um nýggjan vinnara, tá ið 5-mannafør við dreingjum 17 – 18 ár kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna. Undanfarnu ferðirnar var Drekin hjá Havnar Róðrarfelag fremstur. Í dag vóru tað klaksvíksdreingir umborð á Fípuni Føgru, sum vóru fyrstur á mál.

 

Fyrr í dag vann Fípan Fagra við 14 – 16 ára gomlum dreingjum, sum vann, og nú vóru tað eldru dreingirnir í Klaksvík, sum vunnu. Tað sigur, at tað stendur væl til í kappróðrinum hjá dreingjum og monnum í Klaksvík.

 

At starturin ikki var góður vísti seg at kosta hjá Drekanum, sum eftir startspurtin ikki var millum tríggjar teir fremstu.

 

Besta startin hevði Royndin Fríða úr Vági, og Geytin og Fípan Fagra stóðu seg eisini væl.

 

Fípan Fagra legði seg í miðróðrinum fremst, og tað eydnaðist Fípuni at halda hinum aftanfyri seg. Drekin tók seg væl fram, men tað eydnaðist ikki Drekanum at taka Fípuna, sum á málinum var eina hálva bátslongd undan Drekanum.

 

Geytin úr Eysturkommunu var nummar trý. Hann var tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Drekan. Royndin Fríða endaði á fjórða plássi. Tað var stutt frá Royndii og fram til Geytan.

 

Í FM kappingini eru tað fýra stig frá Drekanum og aftur til Fípuna Føgru.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo