Ein dagin herfyri, tá ið genturnar skuldu fara at venja við Fípuni Førgu til “Ódnartak”, sum er kapping eftir róðrarárið, vóru tær so óhepnar at gloyma fanglínuna, tá ið tær flotaðu bátin.
Hetta man vera komið fyri fyrr aðrastaðni eisini, men tá stendur tú eitt sindur lotur og veit ikki livandi ráð. Onkur helt um høvdið, onkur rópti, onkur fór at renna og ein ringdi til Ísak Mikladal, formannin í Klaksvíkar Róðrarfelag um, at nú vóru góð ráð dýr.
Menninir, sum smíðaðu fyri Bústaðir í miðbýnum, hugdu at við einum skálkasmíli, vitandi at báturin mundi fara at reka at heimastu brúnum, tí tað var eitt passaligt lágættalot.
Og so varð. Beint áðrenn báturin bar við bátarnar við heimastu bátabrúgvarnar, kom Ísak rennandi og tók sær av uppgávuni at fáa hendur á Fípuni, koma umborð og leggja bátin soleiðis, at manningin kundi sleppa umborð.
Genturnar fingu enn ein góðan venjingardag og eina áminnandi hending ríkari um, at minnast til fanglínuna.









