Fípan Fagra er føroyameistari

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Aftur í dag vóru tað gentur úr Klaksvík, sum bæði vunnu gull og silvur

Fyrsti FM vinnarin í kappróðri 2022 er funnin. Tað er Fípan Fagra úr Klaksvík, sum er meistari í kappingini millum gentur 17 – 18 ára gamlar.

 

Fípan Fagra vann í Sørvági í dag fyri sættu ferð av seks møguligum og hevur undan ólavsøku fulla úrtøku, sum er 42 stig.

 

Á fjarðastevnu fyri einari viku síðani var Sævarmoy úr Klaksvík næstfyrst, og soleiðis var tað aftur í dag. Fípan Fagra er nú níggju stig undan Firvaldi og Teistanum, sum er næstfremst í FM kappingini. Tað vil siga, at óføru klaksvíksgenturnar longu undan ólavsøku hava tryggjað sær FM heitið.

 

Fípan Fagra átti besta startin, og Fípan Fagra var fremst allan túsundmetra teinin. Fyrstu løtuna royndu Firvaldur og Sævarmoy at bjóða av, men tá ið hálvur teinurin var rógvin, munaðu tøkini hjá teimum umborð á Fípuni Føgru væl meiri, og Fípan fleyg meiri enn tvær bátslongdir undan avbjóðarunum um málstrikuna.

 

Sævarmoy vann kappingina um næstfyrsta plássið greitt á Firvaldi, meðan tað í dag ikki stemmaði so væl hjá Teistanum av Argjum, sum endaði á fjórða plássi og var eina bátslongd aftanfyri Firvald.

 

 

 

 

 

1Fípan Fagra (KRF)05:21.07
2Sævarmoy (KRF)05:26.42
3Firvaldur (FSR)05:28.22
4Teistin (AR)05:31.23
5Svanur (Skála)05:44.34
-  
   
1Fípan Fagra (KRF)42
2Firvaldur (FSR)31
3Teistin (AR)31
4Sævarmoy (KRF)28
5Svanur (Skála)12

 

stavnur.fo