Í kvøld verða tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í Europa League endaspælinum, sum verður avgreitt í Týsklandi. Vegna koronasmittuna er talan um ein dyst á uttanveltaðum vølli, sum er í Týsklandi.
Í kvøld møtast enska Wolverhampton og spanska Sevilla. Wolverhampton hevur havt eitt spennandi kappingarár, men kláraði ikki at melda seg upp í Champions League stríðið í Premier League. Ein sigur í Europa League kappingini er einasti møguleikin út í Evropa aftur til komandi ár.
Sevilla er fimm-faldur vinnari av Europa League. Fyrst í 2006 og 2007, og síðani trý ár upp í slag frá 2014 til 2016. Ongin hevur vunnið Europa League, sum fyrr hevði heitið UEFA Cup, oftari enn Sevilla. Spurningurin er so um søgan hevur nakað at siga í kvøld. Vinnari skal møta Manchester United í hálvfinaluni.
Í hinari fjórðingsfinaluni møtast Shakhtar Donetsk úr Ukraina og FC Basel úr Sveis. Bæði feløgini hava selt nógvar kendar spælarar gjøgnum tíðina, so helst er vert at halda eyga við onkrar av evnaríku spælarunum á vøllinum í kvøld. Vinnari skal møta Inter Milan í hálvfinaluni.
Rasmus Falk og Fernando Redondo
Í gjár vann Manchester United 1-0 á FCK, men tað eru serliga tveir spælarar hjá FCK, sum stjala yvirskriftirnar. Teir eru miðvallarin Rasmus Falk og málverjin Karl-Johan Johnsson. Rasmus Falk er ein tekniskur spælari, sum hevur avbera góðar dribblingar. Tað vísti hann millum annað einu ferðina, tá hann hegnisliga slapp sær fram við tveimum spælarum. Sjálvt Gary Lineker meldaði seg í kórið av viðmerkjarum, sum rósa Rasmusi Falk fyri avrikið í gjár.
##med4##
Dribblingin er ein endurtøka av eini kendari dribbling hjá argentinska Fernando Redondo. Hann gjørdi eina líknandi dribbling, tá hann saman við Real Madrid vann á júst Manchester United á Old Trafford í 2000. Dribblingarnar síggjast á sjónbandabrotunum niðanfyri.
##med2##
##med3##
Ein annar, ið fær rós, er svenski málverjin hjá FCK, Karl-Johan Johnsson. Hann hevði 13 bjargingar í dystinum, og tað skuldi eitt brotsspark til fyri at fáa bóltin í málið. Hann byrjaði annars kappingarárið sum eykamálverji hjá FCK.
##med5##
##med6##
Europa League fjórðingsfinalur:
Í dag:
Shakhtar Donetsk – FC Basel (20.00)
Wolverhampton – Sevilla (20.00)
Í gjár:
Manchester United – FCK 0-0 (0-0) 1-0 longd leiktíð
1-0 Bruno Fernandes, 95
Inter Milan – Bayer Leverkusen 2-1 (0-0)
1-0 Nicolo Barella, 15
2-0 Romelu Lukaku, 21
2-1 Kai Havarez, 25