Fintan hjá Álvi ferðast víða

Sjónbandabrot av frálíku fintuni hjá KÍ spælaranum er nú at finna á altjóða fótbóltsheimasíðuni 101greatgoals.com.

 

Tað var í dystinum móti B36 skírishósdag, at Álvur Christiansen við frálíkum bóltførleika lyfti bóltin uppum mótstøðuspælara og drønaði avstað. Sjónbandabrotið av fintunið var skjótt at finna á heimasíðuni youtube.com.

 

Nú er sjónbandabrotið eisini at finna heimasíðuni 101greatgoals.com. Heimsíðan samlar sjónbandabrotið kring allan heimin og nú er so eitt brot úr føroyskum fótbólti at finna á síðuni.

 

Sjálv fintan kann síggjast undir greinini.