Fínt veður á mentanarnátt

Somuleiðis verður gott veður til Føroyar-Grikkaland.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Petur Skeel Jacobsen siga frá veðrinum í dag og komandi dagarnar.

 

Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen væntar, at tað verður fínasta veður hjá havnafólkum og gestum í havnini at halda mentanarnáttina í kvøld.

 

Tað verður nærum ongin vindur, turt og sólglottar og hitalagið um trý og seks stig.

 

Til dystin millum Føroyar og Grikkaland í morgin heldur góða veðrið fram, við einum lítlum loti av norði, og somuleiðis væntar okkara veðurmaður, at tað verður turt og sólglottar. Hitalagið kemur at liggja um trý og seks stig.

 

Sunnudagin verður eitt sindur meiri vindur, gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, men framvegis turt og sólglottar og tað verður heitari - um seks og tíggju stig.