Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður, finst harðliga at uppskotinum um at broyta starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólkum – soleiðis at til dømis »løgmaður« kann vera »løgkvinna«, tá ein kvinna er í starvinum

Finst harðliga at uppskoti um starvsheiti

Tað er ikki við mýkindum, sum Jógvan á Lakjuni finst at uppskotinum hjá formansskapinum í Løgtinginum um at broyta starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólki.

Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður, finst harðliga at uppskotinum um at broyta starvsheitini hjá ting- og landsstýrisfólkum – soleiðis at til dømis »løgmaður« kann vera »løgkvinna«, tá ein kvinna er í starvinum

Jógvan á Lakjuni skrivar í lesarabrævi, at Løgtingið má ikki samtykkja hetta mál í óðum verkum.

– Spyrji meg sjálvan, hvussu okkara háttvirda Løgting kann fáa seg til at skunda hetta ígjøgnum uttan at hava havt eina nágreiniliga, djúptøkna og virðiliga viðgerð av málinum?

– Móðurmálið er nakað av tí allar dýrasta, vit eiga, og tí mugu vit vera ógvuliga varin, hvussu vit fara við tí – og serstakliga tá ið vit fara at lóggeva broytingar inn, sum pilka við nakað grundleggjandi, ið so við og við fer at skeikla málkensluna hjá fólki og slíta nakrar fínar træðrir, sum ongantíð verða heilir aftur, skrivar Jógvan á Lakjuni.

Les eisini: Hetta má Løgtingið ikki samtykkja í óðum verkum!

Serliga finst Jógvan á Lakjuni at uppskotinum um, at »løgmaður« kann vera »løgkvinna«:

– Tað, sum er púra burturvið í hesum uppskotinum, er vanvirðingin av orðinum og tí meir enn túsund ára gamla embætinum, »løgmaður«, har latið verður upp fyri orðinum »løgkvinna« (ja, mann trýr, tað er skemt), og eg spyrji bara, um eingin virðing er longur fyri nøkrum traditiónum og siðvenjum. Tað tykist fyri mær, sum at tað er ein politisk korrektheit, ið stýrir øllum, tíverri eisini málráðnum, og at mann púrasta lítilsvirðir og kveistrar burtur málfrøðilig og søgulig aspekt! Grátiligt!

Uppskotini frá formansskapinum í Løgtinginum um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya og uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings, koma til aðru viðgerð á tingfundinum í dag.