Finskur lækni fer at halda fyrilestrar

Hósdagin 21. januar 1999 kemur finski læknin Aki Loikkanen til Føroyar

Lokkanen fer at halda 2 fyrilestrar í Norðurlandahúsinum:

Fyrri fyrilesturin verður fríggjadagin 22. januar 1999 kl. 19.30. Evnið á hesum fyrilestri verður: »Collagen Therapy and Mekostenon - Methode in Common Musculare Celetal Deseases«. Hesin fyrilestur er ætlaður læknum, fysioterapeutum o.ø.

Seinni fyrilesturin, sum er almennur, verður leygardagin 23. januar 1999 kl. 16.00. Evnið á hesum fyrilestri verður: »Tak ábyrgd av heilsu tíni í veruleikanum«. (Kost og venjingar.)

Stutt um Aki Loikkanen.

1971 liðugur sum lækni frá Helsinki Universiteti (Medicine Licentiat). Hevur »specialiserað« seg innan »funktionalistiskan medisinskan vidinskap«. Ella hevur »specialiserað« seg í tí, sum á finnlandsk/svenskum verður nevnt »Sjalvvord«.

Aki Loikkanen hevur staðið fyri einum »Fysiorkis College« síðani 1991, har hann fæst við at útbúgva fysiomassørar, sum aftur verða specialiseraðir í »Collagen Theraphy and Mekostonen«, kosti o.ø.