Eitt finskt skip, sum eitur Estelle, legði í gjár at bryggju á griksku oynni Kreta. Skipið er á veg til Gaza-geiran og legði at landi á Kreta eftir provianti og tók eisini nøkur fólk umborð.
Ísrael hevur fyrr forðað skipum at sigla til Gaza-geiran, men teir, sum skipa fyri ferðini hjá Estelle, ætla sær kortini at royna at sleppa til Gaza. Fimm politikarar eru við skipinum, ein úr Noregi, ein úr Svøríki, ein úr Spania og tveir grikskir.
Gongst sum ætlað, kemur Estelle inn at strondini í Gaza-geiranum leygardagin. Ísrael hevur boðað finsku stjórnini frá, at skipið verður steðgað, um tað roynir at sleppa at landi.