Finskt Bossanova við meira

Finska Emma Salokoski og bólkur hennara spældu eina heita konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

Tað var eingin finsk ísdrotning, ið vit upplivdu, tá finska divain Emma Salokoski við bólki vitjaði í Norðurlandahúsinum, tónleikurin var heitur og suðurlendskur, tó við einum farra av norðurlendskum  myrkri.

 

Konsertin var partur av finsku vikuni, ið er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, og heilt fitt av fólki var savnað í Klingruni.


Til heitu latínkendu tónarnar, greiddi Emma frá, at hon og bassleikarin Lauri Porra saman við øðrum stovnaðu bólkin í 2001 fyri at spæla finskt bossanova, og tey fyrstu løgini á konsertini vóru merkt av tílíkum suðurlendskum, hesi hoyrdu til eldru løgini hjá teimum, umframt okkurt annað finskt lag, ið var sett út eftir sama leisti.

Sum konsertin gekk, broyttist tónleikurin og í minari metan bleiv tónleikurin munandi meira áhugaverdur, og sum Emma sjálv segði, so innihelt teirra tónleikur bæði tað myrka og tað ljósa, og fyri meg var eingin ivi um, at tað var har tað myrka átti ein størri leiklut, at tey vóru sterkari.

Tónleikararnir vóru framúr góðir, og allir vístu ótrúliga spæligleði. Bassleikarin Lauri Porra, ið er kendur úr finskum orkumálmsbólkum, sum Strativarious, sá út sum um hann neyvan kundi hugna sær meira, meðan hann vant burturúr bassinum, og fjasaði saman við trummuleikararnum, ein ótrúligur tónleikari.

Meðan tónleikarar og songkvinna øll vístu stórar dygdir, so vísti ljóðmaðurin, ið tey høvdu tikið við sær úr Finnlandi, munandi lægri góðsku. Ljóðið var í ringari balansu, og tað gekk satt at siga útyvir upplivingina. Harmiligt, og tá havt verður í huga, hvussu væl t.d. konsertin í Norðurlandahúsinum við Kára Sverrissyni og Bendum Spónum á Vetrarjazzinum ljóðaði, so hevði verið frægari, um tey lótu ljóðtøkningin sita heima í Helsinki.