Finskir úrmælingar á G! Festivalinum

Teir eru eitt av størstu nøvnunum, sum nakrantíð hava vitjað Føroyar, og teir hava spælt á øllum umráðandi pallum í Evropa, áðrenn teir komu hendan vegin

G! Festival
Rógvi Borðoy
 
Tað eru teir fýra B.O.W, DJ Gismo, Villy og AT, sum mynda bólkin, sum má sigast at vera høvuðsnavnið á G! Festivalinum. Eisini hava teir nakrar dansarar við, sum kalla seg B-boys og B-girls.
                      Flestu ungdómar munna kenna løgini ?B-boys and flygirls? og ?Super Electric? sum bæði hava verið á hittlistum um alt Evropa gjøgnum seinastu árini. Lagið ?Freestyler?, sum seldi 2,2 milliónir eintøk og gjørdist nummar eitt á listunum í níggju londum, er tó mest kenda lagið, sum hip-hoppararnir úr Finnlandi hava givið út, og lagið hevur sett síni spor um allan tónleikaheimin, eisini her í Føroyum. Sangurin hevur millum annað givið navn til eitt serligt slag av tónleikatiltøkum í Føroyum, sum verða kallað tað sama: Freestyler.
                      Bomfunk MC's eru vorðnir ambassadørar fyri Finnland á sama stigi sum Mika Hakkinen. Teir hava selt meir enn til platin, og hava vunnið hópin av heiðurslønum um allan heimin.
                      Tónarnir eru mest av øllum grundaðir í hip-hop , men Bomfunk MC's hava samstundis megnað at endurnýggja 80'ara-diskoteksljóðið, so tú fært tað beint í andlitið. Tú merkir beinanvegin, at tónleikurin ikki er tann djúpasti í heiminum, men tað er heldur ikki meiningin. Tónleikurin skal bara fáa teg at dansa, og tað skal nógv til at standa ímóti, at beinini spakuliga byrja at trampa í takt til pulserandi diskorútmurnar.
                      Pallframførslan sigst eisini vera í ovara enda. Dansararnir gera nógvan mun, og teir sigast eisini duga at fáa áskoðararnar við. Og um nóg nógv fólk finna sær veg til Sandin, kann roknast við, at ein sera góð konsert kann fara fram leygarkvøldið.
 
 
Myndatekstur: DJ Gismo (vinstrumegin) og B.O.W ella Ismo Lappalainen og Raymond Eubanks, sum veruligu nøvn teirra eru. Hesir eru við í Bomfunk MC?s, sum spæla á Sandinum í kvøld klokkan 21.15