Finski uttanríkisráðharrin hevur koronu

Pekka Haavisto hevur eingi sjúkueyðkenni og arbeiðir heimanífrá.

Finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, hevur fingið staðfest koronu. 

 

Fleiri ráðharrar í finsku stjórnini tóku lut á einum stjórnarfundi fríggjadagin saman við uttanríkisráðharranum.

 

Hann luttók eisini á einum øðrum fundi í Svøríki fyrr í vikuni saman við eitt nú norska uttanríkisráðharranum, Anniken Huitfeldt.

 

Finska stjórnin mælir til at brúka masku á sínum fundum. Men, tá tú eitt nú drekkur kaffi, ber ikki til at brúka masku sum verju.

 

Sagt verður um støðuna hjá finska uttanríkisráðharranum, at hann eingi sjúkueyðkenni hevur og arbeiðir heimanífrá.

 

Finski forsætisráðharrin, Sanna Mirella Marin, er kannað, síðan hon var á fundi saman við Pekka Haavisto, men royndin var negativ.

 

Hon skal kannast aftur mánadagin.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at finski løgmálaráðharrin, Anna-Maja Henriksson, fer at avlýsa sína skrá á finska tjóðardegnum, sum er mánadagin, meðan hon bíðar eftir kanningarúrslitinum.

 

##med2##

 

 

 

Sanna Mirella Marin gjørdist finskur forsætisráðharri hin 10. desember í 2019.