Mótstøðufólk hennara hava kravt, at hon skal taka eina narkotikaroynd sum skal vísa, um hon eisini hevur verið ávirkað av rúsevnum. Men tað hevur hon ikki verið, hevur hon sagt. Hon hevði drukkið rúsdrekka, men ikki tikið rúsevni – og hon hevur tikið eina narkotekst, sum verður klár um eina viku.
Danska blaðið Femina vísir á, hvussu funnist verður at henni:
»Fyrst var hon ov niðurringað – og nú verður funnist at henni, tí hon hevur dansað til eina veitslu. Ein video, har hon dansar og syngur í eini íbúð saman við vinum er farin viralt.
Tað hevur birt undir gamla kjakið um, hvat ein sum – kvinnuligur – ríkisleiðari kann loyva sær í frítíðini, og í hvussu stóran mun tú kanst vera eitt vanligt menniskja.«
Les eisini: Finska forsætisfrúan hevði ikki feriu tá hon ballaðist
Femina vísir eina aðra video, har hon tosar um eitt visa-forboð ímóti russiskum ferðafólkum at sleppa inn í Schengen-londini.
##med2##
»Eg haldi ikki, at tað er rætt, at russiskir borgar kunnu ferðast inn í Europa og Schengen at vera ferðafólk, ímeðan russar drepa fólk í Ukraina. Tað er skeivt. Tað er eitt kjak, vit mugu taka upp«, segði hon á einum toppfundi við norðurlendskum leiðarum fyrr í vikuni.
Tann 15. mai boðaði hon frá, at Finnland hevur søkt um limaskap í NATO. Nakað, ið annars hevði verið púra óhugsandi.
Og tað hevur fingið Vladimir Putin í Russlandi upp úr stólinum. Hann hevur sagt finskan limaskap í NATO vera ein »feil« og hóttir við at brúka hermegi.
Niðanfyri eru fimm onnur viðurskifti, sum Femina heldur, at vit eiga at vita um finsku forsætisráðfrúuna, enn tann veruleika, at hon dugir at dansa.
Sum hon annars dugir so mikið væl, at amerikanski miðilin Politico heiðrar hana við fimm stjørnum í kjósingini av henni sum tann best dansandi politikarin.
##med3##
1. Umframt at fáa finskan limaskap í NATO hevur politiska skrá hennara verið veðurlagsbroytingar, sosialur ójavni og at styrkja vælferðarsamfelagið. Stjórn hennara hevur lovað at vera veðurlangsneutral í 2035, sum, um tað so verður, fer at seta Finnland á odda í veðurlagsstríðnum. Harumframt hevur hon millum annað stríðst fyri at fáa líkaløn í Finnlandi, eins og at fáa pápar at taka størri lut í barnsburðarfarloyvinum.
2. Í 2020 varð hon vald á listan hjá BBC yvir tær 100 kvinnurnar í heiminum, sum skapa størstan íblástur og hava størstu ávirkanina. Sama ár varð hon vald sum Young Global Leader of World Economic Forum. Síðst men ikki minst hevur hon verið á Times-listanum yvir 100 leiðarar, sum roknað verður við fara at ávirka samfelagið í framtíðini. Koritni er hon fleiri ferðir løgd undir at brúka ov nógva tíð til at fara til konsertir í stuttum shorts, í staðin fyri at passa starv sítt sum forsætisráðfrúa.
3. Tá ið hon í 2019 gjørdist forsætisráðfrú, var hon við sínum 34 árum heimsins yngsti, sitandi stjórnarleiðari. Hon er tann yngsti nakrantíð í Finnlandi.
##med4##
4. Hon er landsins triðja kvinna í starvinum og leiðari í eini fleirflokkastjórn, har allir flokkar hava kvinnuligar leiðarar. Í teimum 19 stjórnarráðunum sita 12 kvinnur. Um at vera kvinna í topppolitikki hevur hon millum annað sagt: »Eg havi ongantíð hugsað um aldur mín ella kyn, eg hugsi um orsøkirnar til, at eg eri farin í politikk, og tað, sum vit hava vunnið veljarans álit fyri«.
5. Sanna Marin er fødd í Helsinki og uppvaksin í eini ælabogafamilju við mammu síni og kvinnuliga partnara hennara. Hon hevur sjálv eina fýra ára gamla dóttur.