Hóast skurðviðgerðir og nógvar skaðar longdi hann í gjár sáttmálan við svenska Malmö FF við einum ári
Litmanen, sum áður hevur spælt við stórfeløgum sum Ajax, Liverpool og FC Barcelona, hevur bara leikt 10 landskappingardystir fyri Malmö FF, síðan hann kom til felagið í 2005. Hetta vegna hansara drúgvu skaðar.
Jari Litmanen spælir tó framvegis fyri finska landsliðið, har hann í verandi EM-undankapping er toppskjútti fyri land sítt við trimum málum.