Finska forsætisfrúan hevði ikki feriu tá hon ballaðist

Einki varafólk var í hennara stað, tá forsætisráðfrúan var í veitslu og dansaði á almannakunngjørdari video

Matias Honkamaa/AFP/Ritzau Scanpix

Sanna Marin, sum er forsætisráðfrúa í Finnlandi, var sambært finska miðlinum Yle ikki í feriu, tá hon saman við vinum ballaðist og tók upp eina video, sum seinni er almannakunngjørd.

 

Tað var upprunaliga ætlanin, at hon skuldi hava feriu millum 5. og 7. august, men tað varð avlýst, vísir heimasíðan hjá finsku stjórnini.

 

Videoirnar, har forsætisráðfrúan ballast og dansar, verða hildnar at vera upptiknar tann 6. august. Tí var einki varafólk var tilnevnt at taka sær av uppgávum hennara, meðan hon var í veitslu.

 

Síðani videoirnar vórðu almannakunngjørdar, hevur verið alment kjak í Finnlandi um veitsluvanar og privatlívið hjá forsætisráðfrúuni. Fleiri politikarar úr finska tjóðartinginum hava kravt, at hon eisini tekur eina narkotest og leggur úrslitið fram.

 

##med2##

 

Sanna Marin hevur sagt, at hon drakk rúsdrekka og helt veitslu, men at tað ikki er ólóglligt. Hon hevur játtað at taka eina narkotest.

 

/ritzau/

 

 

 

Matias Honkamaa/AFP/Ritzau Scanpix