Finsk kvinna burturflutt í Kabul

Ein finsk kvinna, sum arbeiðir fyri svenskan hjálparfelagsskap, er burturflutt í høvuðsstaðnum í Afghanistan, Kabul.

 

Brotsgerðin fór fram leygardagin undir einum álopi, har ein týsk kvinna og ein afghanskur trygdarvørður vórðu dripin.

 

Finska uttanríkisráðið váttar, at ein finskur ríkisborgari er burturfluttur.

 

– Enn vita vit einki um burturflytararnar, sigur Karolina Romanoff, talskvinna fyri uttanríkisráðið í Helsinki, sambært TT tíðíndastovuni.

 

Sambært lokalum miðlum arbeiðir tann burturflutta kvinnan fyri svenska neyðhjálparfelagsskapin Operation Mercy.

 

Flestu burturflytingar raka afghanska familjur, sum krevja loysigjald.

/ritzau/TT