Finsk floyta

Tá ið NSÍ og Dinamo Tbilisi týskvøldið klokkan 19 fara at spæla á ovara vølli í Gundadali, verður tað ein finni, sum verður 23. maður á vølli

Dómarin eitur Tero Nieminen. Hjálpardómarar verða Miikka Poikselkä og Jan-Peter Aravirta. Fjórði dómarin verður Heikki Pajunen. Teir eru allir úr Finnlandi. UEFA umboðsmaður verður Adrian Titcombe úr Onglandi, og dómaraeygleiðari verður Jonas Braga úr Litava. Týskvøldið og mikukvøldið verða fjúrtan dystir í fyrsta innleiðandi umfari í europeisku meistarakappingini.