Minst níggju finsk ferðafólk eru deyð í einari bussvanlukku har suðuri í Spania Vanlukkan hendi, tá ein bilur royndi at yvirhála bussin við teimum finsku ferðafólkunum. Tað endaði við, at førarin misti tamarhaldið á bussinum, sum fór útav.
44 finsk ferðafólk vóru í bussinum, sum var á veg til flogvøllin í býnum Malaga, og spanska løgreglan sigur, at minst níggju av ferðafólkunum doyðu.
Spanska løgreglan sigur, at føarin í bilinum, sum royndi at yvirhála bussin, var ávirkaður av rúsdrekka.










