Hóast hann í løtuni einki felag hevur og ikki hevur spælt dyst í eitt hálvt ár, so vónar Finnur Justinussen at vinna sær pláss á landsliðnum aftur.
Hann gjørdist toppskorari hjá Næstved í fjør við 11 málum, men brádliga komu boðini um, at sáttmálin millum hann og felagið var uppsagdur. Orsøkin var, at Finnur Justinussen vildi halga seg útbúgving síni, har hann júst var farin í starvslæru sum byggifrøðingur.
Tað gjørdist ov nógv at røkja eitt fulltíðarstarv og familju og samstundis koyra allan vegin til Næstved til venjingar.
Hann var sera væl umtóktur í Næstved, har hann í fjør fyrst skoraði 11 mál í 15 dystum í 2. deild um várið, og síðani 11 mál í 17 dystum í 1. deild um heystið.
Í juni mánað verður hann liðugur við útbúgvingina, og Finnur Justinussen sigur við bold.dk, at hann gleðir seg at spæla fótbólt aftur.
- Eg kundi helst hugsa mær at spælt í 1. deild aftur, men tað kann gott vera, at tað verður torført, nú tá eg havi havt ein steðg í eitt hálvt ár. Kanska er tað betri at byrja í 2. deild og so taka tað haðani, men 1. deild er at fyritrekkja, sigur hann. Hann heldur sjálvur, at hann hevur prógvað, at hann hevur evnini at skora í 1. deild.
Góðu avrikini hjá Finnuri Jusinussen í heyst góvu honum eisini møguleikan á landsliðnum. Landsdystirnir eru blivnir seks í tali, og hóast hann fyllir 30 ár í næstum, vónar hann at fáa møguleikan aftur.
- Eg hugsaði um tað, tá eg valdi at gevast. Men um eg byrji aftur, og klári meg væl í summar, so fari eg sjálvandi at stríðast fyri at fáa eitt pláss á landsliðnum til dystirnar í heyst, tí tað er nakað heilt serligt at spæla á landsliðnum, sigur Finnur Justinussen við bold.dk.