Finnur Justinussen gjørdi av álvara um seg í gjár, tá Fremad Amager spældi venjingardyst á heimavølli móti Greve. Finnur gjørdi ikki færri enn tvey av málunum, tá Fremad Amager vann 3-1 í venjingardystinum.
Heimasíðan hjá Fremad Amager skrivar, at Fremad Amager sum heild var greitt omaná í dystinum, og at áskoðararnir sum vóru møttir, kundu gleða seg yvir at síggja ein ”knívskarvan” Finn Justinussen gera tvey flott mál.
Heimasíðan hevur eisini lagt tað eina málið hjá Finni Justinussen út. Tað ber til at síggja her.
Kappingin hjá Fremad Amager byrjar annars ikki aftur fyrrenn tann 24 marts, tá Fremad Amager á heimavølli tekur ímóti Middelfart.