Út er komin onnur bókin í røðini »Traðkaðu fólkinum slóð« hjá Finni Johansen. Í bókini eru myndir, ið sýna Havnina í tíðarskeiðnum frá 1900 til 1940
- Fotomyndirnar í bókini, einar 155 í tali, eru allar frá Føroya Fornminnissavni, og sum eg eftir avtalu eri sloppin at brúka. Myndirnar eru tíðarfestar so neyvt, sum tað hevur borið til, og tekstur, sum sigur frá tí, ið sæst á myndini og onkrar søgur, sum knýttar eru at staðnum og grannalagnum, er settur til, sigur Finnur Johansen.
Í 1866 gjørdist Tórshavn sjálvstøðug kommuna við valdum umboðum, og í 1909 gjørdist Tórshavn keypstaður. Um aldamótið 1900 var menningin av samfelagnum hundrað ár eftir grannatjóðirnar. Her vóru eingir vegir, ongar havnir, eingin telefon, einki elektricitet og at kalla einki innanoyggja ferðasamband.
Í 1880-árunum og seinni vórðu nakrar útstykkingar gjørdar eystan fyri Tinghúsvegin og úti í Bø, í 1894 varð Kommunuskúlin bygdur og í 1896 Meinigheitshúsið, annars var einki bygt oman fyri Vaglið í 1900.
Í 1898 fekk Havnin fyrsta vatnverkið, og um 1900 varð farið undir at gera vegir og útstykkja økið av Vaglinum og niðaneftir.
Havnin fekk sítt fyrsta elektricitetsverk í 1921, og í 1929 varð fyrsta byggistig av Tórshavnar Havn, Eystara Bryggja, liðugt, og menningin fór nú at ganga við rúkandi ferð.
Myndirnar í bókini vísa Havnina fyrrapartin av seinastu øld.