Ein skaði í fótliðnum hevur við sær, at Finnur Hansson ikki er partur av landsliðshópinum, sum í gjár royndi seg móti Russlandi og sum í morgin skal spæla móti Italia. - Eg gav avboð til landsliðið, tí nú satsi eg alt til tess at kunnu spæla 100% í vetur. Seinasta vetur spældi eg mest sum við hálvari megi, tí eg hevði beklað annan fótin so illa, sigur Finnur Hansson við heimasíðuna hjá Neistanum.