Finnur var flúgvandi

1. DEILD: Málrevurin skoraði øll málini, tá ið Víkingur vann á útivølli ímóti Undrið FF

Fyri fimtu ferð á rað fór næstbesta liðið hjá Víkingi í dag av vøllinum við úrtøku. Víkingur var á útivølli í Hoyvík, har Undrið FF legði rygg til 3-1 tap. Hálvleiksstøðan var 1-0.

 

Fýra sigrar og ein javnleikur bera við sær, at Víkingur er á triðja plássi 20 stigum, meðan Undrið FF hever 17 stig. Stóri maðurin í Hoyvík í dag var Finnur Justinussen, sum skoraði hattrikk fyri Víking. Harvið tykist hann av álvara at vera við at koma seg, eftir at hann fyri einum ári síðani sleit krossbandið í knænum.

 

Dystargongdin var heilt merkisverd. Finnur Justinussen legði Víking á odda 1-0, áðrenn eitt korter var farið. Tann støðan heilt sær, inntil tað restað ein minuttir av vanligu leiktíðini, meðan Víkingur tað mesta av tíðini var manningarliga við undirlutan, tí longu áðrenn ein hálvur tími var spældur, sá Elias Isaksen hjá Víkingi gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.

 

Í næstsíðsta minutti økti Finnur Justinussen um mun til 2-0, og síðstu lítlu løtuna vórðu tvey mál skorað. Petur Frank Holm minkaði um munin til 2-1, og í síðstu sekundunum í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var Finnur Justinussen aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 3-1 sigurin hjá Víkingi.

 

Leygardagin fær Víkingur vitjan av KÍ, og tá fer Undrið FF at spæla á útivølli ímóti TB.