Finnur valdi fimm svipsarar

Finnur Koba peikaði á fimm sera væl umtóktar sangir, tá ið hann á Rás2 í dag valdi fimm irriterandi sangir

Finnur Koba var í dag gestur á Rás2, har hann hevði fingið uppgávuna at velja fimm irriterandi – ella vánaligar – sangir.

- Eg havi valt sangir frá kendum tónleikarum, sum fólki dámar væl, men sum eg haldi eru svipsarar, sigur Finnur Koba.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvørjar sangir Finnur Koba valdi.