Finnur stjórnar sangløtuni

Tað verður Finnur Koba, sum saman við Konfekt skal standa á odda fyri sangløtuni á G! í ár

Finnur er væl kendur sum sangari í Páll Finnur Páll, og saman við karaoke-bólkinum, Konfekt, fer hann at standa fyri sangløtuni, ið vanliga er eitt sera væl vitjað tiltak á G!. Afturat teimum kemur eisini ein røð av gestasangarum: Eivør Pálsdóttir,Niclas Heri Jákupsson, Annika Hoydal, Martin Joensen og Alex Bærendsen.

 

Sangløtan á G! varð fyrstu ferð skipað í 2006, og á hvørjum ári hava ymisk kend føroysk tónleikanøvn stjórnað felagssanginum. Eitt nú Eivør, Teitur, Frændur, Annika Hoydal og Martin Joensen.