Finnur spælir ikki steypafinaluna

Víkinga áleyparin spælir ikki steypafinaluna - skaðin er verri enn fyrst mettur

Vikinga áleyparin, Finnur Justinussen, sum hevur sitið uttanfyri við skaða seinastu vikurnar, og sum hevur verið meldaður ivasamur til steypafinaluna, verður ikki tøkur til dystin á Tórsvølli í morgin.

 

Hesum váttar Finnur Justinussen sjálvur fyri in.fo.

 

- Eg kann váttað at eg ikki verið tøkur til dystin í morgin, og at skaðin er verri enn fyrst mettur. Fyribils má eg sita uttanfyri í tríggjar vikur afturat, og eg havi longu sitið uttanfyri í tríggjar vikur. So samanlagt verður skaðin nokk 6 vikur drúgvur.

 

Finnur Justinussen viðurkennir at tað er ørkymlandi at sita uttanfyri til í morgin.

 

- Tað er øgiliga ørkymlandi at sita uttanfyri til finaluna í morgin, tí sjálvsagt hevði eg vilja spælt á vøllinum. Eg haldi eisini at eg ongantíð havi uppliva at so nógv hevur verið gjørt burturúr uppundir eina finalu, og tað at tað mestsum er útselt sigur eitt sindur um hvussu stóran týdning dysturin í morgin hevur.

 

Finnur Justinussen má sostatt sita millum áskoðararnar til finaluna um Løgmanssteypið í morgin. Hann gjørdist skaddur fyrst í august, tá hann meiddi sær fótin undir venjing.