Finnur skoraði fyri Fremad Amager

Fremad Amager og Vejle leiktu javnt, meðan Vendsyssel FF vann tryggan sigur

Fremad Amager var á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, har teir spældu javnleik 2-2. Millum málskjúttarnar hjá Fremad Amager var Finnur Justinussen, sum javnaði til 1-1, tá 86 minuttir vóru farnir av dystinum. Finnur Justinussen kom á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Seinastu løtuna hendi nógv. Fredericia kom á odda 2-1 í 89. minutti, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rune Friis til 2-2, og tryggjaði Fremad Amager eitt stig.

 

Viljormur Davidsen var við frá byrjan, tá Vejle á útivølli spældi javnleik 3-3 ímóti Næstved. Talan var ikki um eitt gott avrik hjá Vejle, sum var á odda 2-0 í steðginum, og eisini 3-1 seint í seinna hálvleiki. Seinastu seks minuttirnar av dystinum fekk Fredericia tvey mál, og tað iðra tey seg í Vejle nógv um.

 

Vendsyssel FF vann tryggan 3-0 sigur á AB í Gladsaxe. Eingin føroyingur var millum málskjúttarnar.

 

Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti HB Køge í Sundby á Amager. Vejle tekur ímóti AB í Nørreskoven í Vejle, og Vendsyssel FF spælir á útivølli ímóti Roskilde.

 

Støðan:

 

#
1 Hobro28155850 - 3150
2 Skive281531038 - 4148
3 FC Helsingør281211539 - 2547
4 Vendsyssel FF28136943 - 3645
5 FC Roskilde28136940 - 3845
6 HB Køge28913626 - 2140
7 Vejle 28991044 - 3936
8 Fredericia28991029 - 3636
9 Fremad Amager288101039 - 4034
10 Nykøbing FC28961337 - 4433
11 Næstved28771440 - 4728
12 AB Gladsaxe28532027 - 5418